Kallsevni

Um heimsíðuna

Hendan síðan er ætlað sum eitt søguligt yvirlit við myndum, stuttum frágreiðinum og hagtølum yvir vrak av ymsikum slag runt Føroyar og nær við føroyskt sjóøkið.

Tá byrjað var at skráseta í 2021, var endamálið at skráseta vrak, ið vóru atkomulig fyri froskmenn. Men tá gongd var komið á arbeiðið, so víðkaði innihaldið skjótt til at fevna um nærum øll skip, ið eru vorðin vrak í føroyskum sjóøki.

Fleiri frágreiðingar eru avritaðar beinleiðs frá uppruna keldunum, uttan at tað er umsett til føroyskt. Hetta er fyri ikki at endurgeva keldurnar skeivt. Eisini er tað misjavnt hvussu nógv kunning er um hvørt vrak – her verður tað miðvíst arbeitt við at leggja meira kunning afturat, og at gera rættingar.

Skip, ið eru bjargað stutt aftaná at tey er vorðin vrak, eru ofta ikki tikin við, ei heldur smábátar, ið eru gingnir burtur, áðrenn fyrst í 20. øld.

Ein stór tøkk til tykkum, ið hava hjálpt til við arbeiðinum, og boða frá vrakum, ið mangla.

Vinarliga,
Bjørn Friður Mikladal

Høvuðskeldur

Blaðportalur – Gevur atgongd til gomul tíðindarit
https://apps.infomedia.dk/Avisportal2/fo/fao/

Vágaskip – Kunning og myndir av skipum við tilknýti til Vágar. Hetta hevur veri ein avberða góð kelda.
https://vagaskip.dk/

Facebook – Har eru fleiri spennandi bólkar í kjakast um skip.
https://www.facebook.com/

Fishin.fo – Ein góð síða við dýpdarkurvum og rák runt Føroyar
https://fishin.fo

Føroyskir alnótsmiðlar
https://www.in.fo/forsida
https://portal.fo/
https://www.vp.fo/

Vragwiki (gamla Ribewiki) – Góð wiki síða við nógvari kunning um vrak runt Føroyar
https://vragwiki.dk/wiki/Forside

Søfartens Bibliotek – hevur skipalistar og vanlukku-hagtøl fyri føroysk skip heilt aftur í 1869.
www.sbib.dk

Shipspotting hjá Regin Torkilsson – Hann hevur lagt myndir út av nærum øllum skipum og bátum í Føroyum.
https://pbase.com/regint/shipspotting

Shipsnostalgia – Myndir og frágreiðingar av skipum, s.d. brúkarirnir ‘fbg’ (Finn Bjørn Guttesen) og ‘Rolf Guttesen’ hava nógvar myndir og frágreiðingar um føroysk skip.
fgb: https://www.shipsnostalgia.com/members/fbg.25012/#xfmgMedia
Rolf:
https://www.shipsnostalgia.com/members/rolf-guttesen.29506/#xfmgMedia

Wikipedia – Har eru fleiri góð yvirlit yvur vrak frá WWI og WWII sortera eftir dato ella stað.
https://en.wikipedia.org/

Uboat.net – Yvirlit yvur kavbátar og skipini teir hava sokkið
https://uboat.net/boats.htm

Wrecksite – Vísir vrak runt allan heimin
https://wrecksite.eu/

Bøkur – t.d. hjá Niels Juhl Arge, Jákup Joensen og ymiskar bygda søgur.